AmboðOnnur mál
|
WikipediaWikipedia er ein alfrøði við opnum innihaldi, skriva í samarbeiði millum sínar brúkarar. Wikipedia verður stýrt av Wikimedia, ein non-profit grunnur stovnaður til endamálið. Her í juli 2008, fevnir tað um eitt stórt evnisøki og hevur 3,214 greinar í føroysku útgávuni. Í januar 2004 vóru umleið 400.000 greinar á ymiskum málum í Wikipedia. Meginparturin, ella umleið 200.000, vóru á enskum. Wikipedia byrjaði við ensku útgávuni tann 15. januar 2001. Tann føroyska útgávan byrjaði tann 20. juni 2004. [rætta] Berandi eykennirTey trý eyðkennini við Wikipedia eru:
Wikipedia verður stuðlað av Richard M. Stallman og Free Software Foundation. [rætta] VandalismaEin av avbjóðingunum hjá Wikipedia er "vandalisma" - skilt sum tápuligur ella uppøsandi broytingar í greinum. Sarah Lane, vertur fyri "Sarah's Blog Report", sum er ein partur av sjónvarpssendingini Screen Savers, "vandaliseraði" í eini sending Wikipedia-síðuna um monkeypox í ensku Wikipedia-útgávuni. Hon skrivaði "Sarah Lane is totally cool and does not have monkeypox". Seinni skrivaði hon: "Although this excites me in its ease and simplicity, it's a little frightening. I mean, what if I had instead written 'My boss is a big fat **** and his phone number is ****'? Sure, somebody would delete it, but this calls for some seriously dedicated moderators." [1] "Av tí at Wikipedia er ein fullkomiliga frí open source-verkætlan, dregur tað eisini ein riðil av anarkistiskum fólkum at sær," sigur Larry Sanger, ein teirra, ið stovnaði Wikipedia, við Wired News: "Tíbetur eru teir flestu brúkararnir fyrireikaðir til at virka ímóti vandalismu ... og fáa beint fyri slíkum beinleiðis, eftir at tað er byrjað".
|