Onnur mál

USA

Henda greinin er úrvalsgrein|
United States Of America
Sameindu Statirnir Í Amerika
Sambandsríki Amerika
Flagg Sambandsríkið Amerika
(Flagg Sambandsríkið Amerika)
Skjaldarmerki Sambandsríkið Amerika
(Skjaldarmerki Sambandsríkið Amerika)
Tjóðarmotto: "In God We Trust"
Tjóðsangur: "The Star-Spangled Banner"
Alment mál Enskt
Høvuðsstaður Washington DC
Forseti George W. Bush
Varaforseti Dick Cheney
Fullveldi 4. juli 1776
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
9 629 091 km² km²
4,87 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2008
 - tættleiki
 
303 102 000
31/km²
Gjaldoyra USA Dollari (USD)
Tíðarzona UTC -5 til -10
Alnet økisnavn .gov, .mil, .edu, .us og .um
Telefonkota +1
Spenningur

Sambandsríkið Amerika (enskt; United States of America), eisini nevnt USA, eru heimsins triðstørsta land, bæði í stødd (minni enn Kanada og Russland) og fólkamongd (færri enn í India og Kina). Landið er býtt í 50 statir, eindardistriktið Washington DC (sum eisini er høvuðsstaður) og fleiri partar handan hav. Av teimum er oyggin Puerto Riko í karibiska havinum størsti parturin og har tað búgva flest fólk. Aðrar oyggjar, sum USA eigur, eru Amerikonsku Jómfrúoyggjar, Amerikanska Sámoa, Guam, Norðurmarianoyygjar og nógvar oyggjar við ongum fólki (t.d.; Palmyraoy, Johnstonoy, Bakeroy, Howlandoy, m.m). Síðani 1898 hevur USA havt eina stóra marinustøð á Kuba - Guantánamoflógvi. Guantánamoflógvin hevur serligan leiklut og verður stýrdur av amerikonsku verjuni.

USA er heimsins ríkasta land. Stórt tilfeingi av kilo, olju og steinsløgum, umframt ógvisliga tilflytingin í 19. og 20. øld, hevur verið høvuðsatvoldin til bráða vøksturin í ídnaðinum og góðu lívskorini. Amerikonsk vøra og amerikonsk mentan eru nú á døgum kend um allan heimin.

Markið ímillum USA og Kanada er heimsins longsta óvarda landamark. New York City í New York er størsti býur, har búgva 8 milliónir fólk, síðan eru tað Los Angeles í Kalifornia og Chicago í Illinois.

Eftir at USA í 1776 fekk fullveldi frá Bretlandi, bleiv USA eitt av fyrstu modernaðu og umboðanarfólkaræðum í heiminum. Upprunaliga politiska skipanin var ein føderatión millum statirnar. Eftir nógv kjak varð eitt miðsett stýri sett í staðin; hetta var í 1789. Í 19. øld vórðu fleiri nýggir statir tiknir uppí, antin av fríum vilja ella eftir kríggj, og USA vaks vestureftir og suðureftir (jørð í Meksiko) á norðuramerikanska landinum. Tvær stórar kreppur meðan hetta varð, vóru borgarakríggið (1861-1865) og Depressiónin Mikla (1929-1939).

Eftir annað heimskríggj var USA onnur av tveimum supermaktum (hin var Sovjetsamveldið). Hesar báðar supermaktirnar stríddust nógv gjøgnum tað Kalda Kríggið. Eftir at Kalda Kríggið í 1991 endaði óavgjørt, upploystist Sovjetsamveldið og USA var einasta supermakt eftir.

Síðani hevur USA verið heimsins fremsta, máttmiklasta og ríkasta land.

Innihaldsyvirlit

[rætta] Søga

[rætta] Indiánarnir

Indiánar, ið búðu á háslættanum.
Indiánar, ið búðu á háslættanum.
Puebloindiánar í Arizona. Pueblo merkir bygd.
Puebloindiánar í Arizona. Pueblo merkir bygd.
Í 1620 komu pílagrímarnir. Átrúnaðarlig viðurskifti høvdu noytt teir at rýma út Onglandi.
Í 1620 komu pílagrímarnir. Átrúnaðarlig viðurskifti høvdu noytt teir at rýma út Onglandi.
Evropeiskir keypmenn ríkaðu seg av trælahandlinum.
Evropeiskir keypmenn ríkaðu seg av trælahandlinum.
Vit fáa helst aldri at vita, hvussu mong menniskju vórðu seld sum trælir, men hildið verður, at fleiri enn sjey milliónir afrikanarar vórðu sendir til Amerika frá 1701 til 1810.
Vit fáa helst aldri at vita, hvussu mong menniskju vórðu seld sum trælir, men hildið verður, at fleiri enn sjey milliónir afrikanarar vórðu sendir til Amerika frá 1701 til 1810.
11 ríki (grøn) søgdu seg úr samveldinum. 5 trælaríki (gul) fyri norðan vóru verandi í samveldinum, hóast partur av fólkinum stuðlaði Sameindu Amerikonsku Suðurríkjunum (CSA).
11 ríki (grøn) søgdu seg úr samveldinum. 5 trælaríki (gul) fyri norðan vóru verandi í samveldinum, hóast partur av fólkinum stuðlaði Sameindu Amerikonsku Suðurríkjunum (CSA).
Týskland varð býtt í fýra hersetingarøki, og USA, Bretland, Frakland og Sovjetsamveldið stýrdu hvør sínum øki.
Týskland varð býtt í fýra hersetingarøki, og USA, Bretland, Frakland og Sovjetsamveldið stýrdu hvør sínum øki.
21. juli 1969 fór Neil Armstrong (f. 5. august 1930) út úr mánalendingarfari sínum og steig fótin á mánan, meðan fleiri mió. sjónvarpssíggjarar hugdu at. "Eitt lítið stig fyri ein mann, men mannaættini eitt stórt stig", segði hann.
21. juli 1969 fór Neil Armstrong (f. 5. august 1930) út úr mánalendingarfari sínum og steig fótin á mánan, meðan fleiri mió. sjónvarpssíggjarar hugdu at. "Eitt lítið stig fyri ein mann, men mannaættini eitt stórt stig", segði hann.
Í 1990 áttu hundrað milliónir húski í USA litsjónvarp.
Í 1990 áttu hundrað milliónir húski í USA litsjónvarp.
Ein fotomynd av Sambandsríkinum Amerika tikin úr einum fylgisveini.
Ein fotomynd av Sambandsríkinum Amerika tikin úr einum fylgisveini.
Ríkastu lond í heiminum (2007) eftir BTÚ fyri hvørt fólk.
Ríkastu lond í heiminum (2007) eftir BTÚ fyri hvørt fólk.
Bilarnir eru fleiri og tættari á vegunum í USA enn í nøkrum øðrum landi. Myndin omanfyri er av einum høvuðsvegi í Berkeley í Kalifornia, har bilferðslan elvir til ovurstóra dálkan.
Bilarnir eru fleiri og tættari á vegunum í USA enn í nøkrum øðrum landi. Myndin omanfyri er av einum høvuðsvegi í Berkeley í Kalifornia, har bilferðslan elvir til ovurstóra dálkan.
Fólkið í USA
Hvít 83 %
Svørt 12 %
Ásiatar 3 %
Indiánar 1 %
Onnur 1 %
Átrúnaður í USA
Protestantiskar 52 %
Katolikkar 24 %
Mormonar 2 %
Jødar 1 %
Muslimar 1 %
Í hesum húsinum í býnum Austin heldur ríkisstjórnin í Texas til.
Í hesum húsinum í býnum Austin heldur ríkisstjórnin í Texas til.
George W. Bush er 43. og núverandi forseti í Sambandsríki Amerika
George W. Bush er 43. og núverandi forseti í Sambandsríki Amerika

Upprunafólkið í USA vóru indiánar. Teir eru nú færri enn ein millión. Í 17. øld komu fólk úr ymsum heraðshornum at seta búgv. Bretar, skotar og írar komu á eysturstrondina, fraklendingar at teimum stóru vøtnunum, og spaniólar í útsynningslendið. Í 18. øld misti Frakland síni hjálond. Hesi londini komu nú undir bretskt vald. Um sama mundið komu fyrstu trælirnir til Amerika. Nakað upp í 18. øld, tá ið lítið lendi var eftir, vórðu viðurskiftini millum indiánar og hjálandafólkið ógvuliga ring.

Hildið verður, at Beringssundið var ikki til fyri 20 000-30 000 árum síðani. Tað var landfast ímillum Ásia og Amerika. Veiðimenn og savnarar komu úr Ásia henda vegin. Hetta fólkaslagið fór um alt Amerika og var eyðkent. Slætt, svart hár og reyðbrúnan húðarlit. Tey vórðu kallað indiánar, tí Kolumbus helt, at hann var komin til India.

Fyri 10 000 árum síðani komu onnur fólkasløg sama veg, og búsettust har norðuri í kuldalondunum í Amerika. Hetta eru forfedrarnir hjá inuittum. Hildið verður, at einar 15-20 milliónir indiánar vóru í øllum Amerika, tá ið Kolumbus kom hagar í 1492. Av teimum vóru bara 2 milliónir í USA.

Í USA vóru einir 300 ættarbólkar, og teir talaðu 200 ymisk mál. Lendið vestan fyri Mississippi vestur ímóti Klettafjøllum var grasfløta. Vanliga verður hon kallað prerian, og har búði lítið fólk. Nakrir ættarbólkar búðu í útjaðaranum, teir livdu av jørðini og veiði.

Tey flestu hildu lítið um indiánar. Júst sum um afrikanar. „Einasti góði indiánin er ein deyður indiáni“. Soleiðis tók ein generalur til, hann hevði verið í fleiri bardøgum ímóti indiánum.

Í skógarlendunum eystanfyri livdu indiánskir ættarbólkar, sum vit hava sæð í cowboyfilmum og lisið um í bókum: Mohikanar, huronar, irokesar og shavahoar. Í skógunum vóru nógv rádjór, bjarnir, hjørtir, elgar og bævrar. Eisini var ovmikið av fugli og fiski. Í hesum filmunum og bókunum vóru fáir indiánar, sum nakar dugur var í. Nevnast kann, at ”Hjartarfótur” var ein av fáu hetjunum. Í flestu førum vóru teir lýstir sum blóðtystir ránsmenn bara við einum í huga – at skræða húðina av høvdinum á teimum hvítu. Heilt upp at okkara døgum hevur lítið verið skrivað um, hvussu teir hvítu tóku land teirra.

Á mangan hátt vóru teir hvítu betur fyri, men indiánarnir stóðu ikki aftari, sum fleiri hildu. Ikki dugdu teir at gera jarn, men mentanarliga vóru teir ikki aftari. Teir yrktu, málaðu, høvdu sína egnu trúgv, og felagsskapurin var góður. Indiánarnir livdu so tætt upp at náttúruni og vistu, hvussu teir skuldu fáa gagn burtur úr henni.

Fyrst í 18. øld komu fleiri og fleiri indiánar út á grasfløtuna. Bisonin varð mest veiddur, tí av honum var ovmikið. Hildið verður, at umleið 70 milliónir bisonar vóru til á grasfløtuni í USA. Ein fullvaksin bisonur vigaði o.u. 1100 kilo, og av honum fingu indiánar alt tað, teimum nýttist. Kjøtið og avroðini vórðu etin. Skinnið varð nýtt til tjøld, klæði, mokkasinir og togverk. Spengurnar vórðu nýttar til tráð og bogastreingir. Beinið til knívar og ørvaroddar. Úr kleyvum og hornum gjørdu teir lím, og í vombini goymdu teir vatn. Myrkjuna turkaðu teir at brenna. Í góðum samstarvi millum ross og veiðimann bar til hjá 100 indiánum at fella 300-500 bisonoksar um tíman. Teir veiddu bara við boga og píli. Fór nakar á veiðiferð einsamallur, varð hann revsaður. Á veiðiferðum hild uteir saman.

Indiánasamfeløgini í USA vóru smærri enn tey í Meksiko og Peru. Men fleiri ferðir varð roynt at ganga saman í størri eindir. Kendast man vera irokesasamgongan, sum var sterkast um 1700. Fyri betur at kunna standa ímóti ágangi uttanífrá, vóru 5 ættarbólkar gingnir saman í eina samgongu. Hvør ættarbólkur hevði egið sjálvstýri, men í serligum felagsmálum, og tá ið trupulleikar tóku seg upp við aðrar ættarbólkar, varð prátað saman til trupulleikarnir vóru loystir.

Irokesar høvdu stóra virðing fyri konufólki. Rætturin at arva var frá mammuni. Hon hevði eisini eitt orð at siga, tá ið høvdingar vórðu valdir ella vórðu settir frá. Vildi kona skiljast, gav hon manninum boð um at fara. Kortini varð maðurin verandi í grannalagnum. Konurnar vóru eisini uppi í friðarsamráðingum, og tá ið tey skuldu gera av, um farast skuldi í kríggj. Irokesar livdu mest av jørðini, men vóru eisini dúgligir veiðimenn.

Í Arizona, Utah, Kalifornia og Nevada vóru eisini fleiri ættarbólkar, sum dyrkaðu jørðina. Puebloindiánarnir høvdu byrgt áir og grivið veitir. Tá ið so turkur kom, veittu teir vatnið út á lendið. Puebloindiánarnir vóru friðarfólk, men teir ræddust at apasjarnar skuldu leypa á. Teir vóru grannar.

[rætta] Niðursetufólkið

Flestu niðursetufólkini í USA í 17. og 18. øld komu úr Onglandi. Í Onglandi høvdu tey mist rættin til jørðina, og søkt varð at mongum fyri trúarsakir. Ikki bara fátækrafólk rýmdu heimanífrá. Eisini fólk, sum ikki vóru nøgd við lívið heima, fluttu til USA. Aðalsfólk fóru eisini og búsettust sunnanfyri. Har komu tær fyrstu gróðrarlundirnar. Norðanfyri, har umstøður ikki vóru fyri stórum gróðrarlundum, búsettust at kalla bara bøndur, fiskimenn og handverkarar. Í teimum puritansku samkomunum, sum vuksu í tali, var eingin stættarmunur, og fólkið livdi í friði og náðum.

Niðursetufólkið og indiánarnir sótu væl um sátt í fyrstuni. Teir hvítu fingu góð ráð, hvussu teir skuldu veiða, hvar best var at velta; men í seinnu helvt av 18. øld, tá ið minni var at býta, gjørdust viðurskiftini ótrygg. Fraklendingar, sum mest hugsaðu um handil, høvdu gott samband við indiánarnar fyrstu tíðina.

Í fyrstani var lívið strevið. Niðursetufólkið sunnanfyri visti lítið um landbúnað, og torført var at útvega mat. Mong doyðu av svongd fyrst í 17. øld, og søgur ganga um, at summi løgdust á lík. Niðursetufólkið, sum arbeiddi í gróðrarlundunum, hevði skrivað undir sáttmála, og tá ið so ein tíð var umliðin, suttust tey niður sum smábøndur. Niðursetufólkið visti, at tey svørtu úr Afrika vóru trælir í Suðuramerika og á oyggjunum í Karibiahavi. Í 17. øld vórðu trælir tiknir at arbeiða í gróðrarlundunum. At byrja við vóru trælirnir í minniluta, men miðskeiðis í 18. øld vóru 170 000 trælir í Virginia. Hetta var um helvtin av øllum fólkinum har.

Trælirnir, sum komu livandi um havið, vóru illa fyri bæði til likams og sálar, tá ið teir at enda komu til Amerika. Tey hvítu virdu teir lítið og fóru við teimum, sum best bar til. Hesi neyðars fólk vórðu seld á uppboði og viðfarin sum djór. Tey, sum vóru best fyri, fóru fyri hægsta boð. Maður og kona vórðu atskild, og børn sóu ongantíð foreldrini aftur.

Tá ið trælirnir komu hagar, teir skuldu vera, varð merki brent á kroppin á teimum. Fleiri konufólk vórðu sett til húsligt arbeiði, sum ikki var so strevið. Men ofta vórðu tey fyri kynsligum ágangi frá eigara og øðrum arbeiðismonnum í húsinum. Sum tíðin leið, lótu teir konufólk og mannfólk búgva saman. Tað ráddi um at vaksa um barnatalið, tí trotið á trælum vaks. Kortini arbeiddu flestu konufólkini í gróðrarlundunum. Tey høvdu eisini ábyrgdina av, at nóg mikið varð dyrkað til matna.

Trælir, sum settu seg upp ímóti eigaranum ella royndu at rýma, vórðu harðliga revsaðir. Tað var ikki óvanligt, at slíkir trælir vórðu bukaðir til deyða. Í Maryland kom lóg í gildi, hon segði, at sló ein svartur ein hvítan, vórðu oyruni skorin av honum. Men í flestu førum fóru teir hampiliga við trælunum. Eigaranum tørvaði teir. Tí vildi hann hava teir so kropsliga væl fyri sum gjørligt.

Stríggið var hjá teimum hvítu, sum settu búgv í hjálondunum. Men tey livdu í álitinum og vónini, at her høvdu øll ein møguleika at koma fram og gerast lukkulig. Um ikki eydnaðist so væl einastaðni, so var møguleiki at flyta vestureftir og royna eydnuna har.

Tænastufólk, sum við sáttmála høvdu bundið seg at vera ávísa tíð, vóru verst fyri. Hesi fólkini vóru fátæk fólk úr Bretlandi. Tey máttu binda seg í 5-7 ár, og so var ferðin goldin. Á ferðini vórðu tey innilæst, so at eingin møguleiki var at rýma, angraðu tey. Tey vórðu stúvað saman umborð á skipinum, og hetta minti nógv trælaferðirnar. Í 1741 fór sluppin ”Seaflower” úr Belfast í Norðurírlandi við 106 fólkum, sum høvdu bundið seg við sáttmála. Ferðin vardi 16 vikur, og tá ið tey komu til Boston í Massachusetts, vóru 46 deyð í hungri.

Tey fyrstu árini vóru fleiri mannfólk enn konufólk. Ofta vóru lýsingar at síggja, har søkt varð eftir konufólkum. Ferðin varð goldin, vildu tær gifta seg við niðursetumanninum. Tað bar eisini til at keypa sær arbeiðskonu, og í bløðunum stóð at lesa, hvat hon dugdi. Til dømis: ”Røsk genta, ið dugir væl at seyma. Drekkur ikki og er eitt satt konubrot”.

Nógv konufólk arbeiddu ikki í teimum stóru lundunum sunnanfyri. Men hjá niðursetufólkunum norðanfyri var neyðugt, at konur og børn tóku hond í. Tey vórðu ofta sett at veva og spinna.

Av tí at arbeiðsmegi treyt, fingu konufólk betri løn í hjálondunum. Meðan Amerika enn var saman við Onglandi, vóru somu javnstøðulógir galdandi í báðum londunum. Í Nýonglandi, har nógvir puritanar búðu, skuldi konan laga seg eftir manninum. Maðurin kravdi, at konan skuldi vera lýðin, arbeiðssom og sparin. Gekk hon ikki undir hesar treytir, var vanlig, at tey skildust.

Eisini var lættari hjá konufólkunum at fáa útbúgving í hjálondunum. Tey vóru í minniluta, og hetta gjørdi kanska, at virðingin fyri teimum var størri.

[rætta] Hjálondini og Bretland

Í 18. øld høvdu hjálondini í USA minni samband við Bretland enn áður. Nýggj ættarlið vóru komin, og nú vóru flestu innflytararnir írar, skotar, týskarar og fraklendingar. Hóast hjálondini enn vóru undir bretskum harraveldi, hevði tjóðskaparrørslan ment seg. Hvítir ognarmenn valdu ting. Har varð peningur játtaður, skattur ásettur og lógir samtyktar.

Bretar vóru ikki sinnaðir at lata hjálondini gera og vinna sínar egnu vørur. Teir vildu hava ótilvirkaðar vørur úr hesum londum, helst bummull. Bretska tingið gjørdi av, at tollur skuldi verða lagdur á allar lidnar vørur, sum vórðu innfluttar, til dømis glas, pappír og vín. Men tingið kravdi eisini, at tær vørur, sum Vesturindia sendi hjálondunum, skuldu verða tollaðar.

Tollurin fór til Bretlands. Niðursetufólkið var í ødini um hetta krav, og tað bøtti ikki um, at tingið samtykti lógir, sum skuldu galda í hjálondini, hóast tey høvdu ikki umboð í bretska tinginum.

Dúgliga varð mótmælt, og at enda varð tollurin tikin av. Men kortini varð tollur lagdur á te, sum bretar fluttu inn og aftur seldu hjálondunum. Tollurin varð tískil standandi sum tekin um, at bretska tingið tók sær rættin at skatta hjálondini.

Í 1773 fóru nakrir bostonbúgvar, ílatnir sum indánar, umborð á trý skip, sum vóru fermd við tei, og tveittu alt fyri borð. Viðurskiftini, millum niðursetufólkið og bretar, gjørdust nú sera álvarslig.

Tvey ár seinni brast frælsiskríggið á, og 4. juli 1776 samtykti tjóðartingið fyribils Amerikonsku Frælsisyvirlýsingina. Trettan hjálond høvdu tikið loysing frá Bretlandi.

Kríggið vardi í 5 ár. Ein triðingur av fólkinum stuðlaði bretum, ein triðingur var uttanveltaður, og ein triðingur var beinleiðis við í stríðnum fyri loysing. Tað vóru serliga handilsmenn, ið sóu fyri sær teir stóru fyrimunur at kvetta við Bretland. Flestu indiánsku ættarbólkarnir hjálptu bretum, og Frakland, gamli fíggindi Bretlands, stuðlaði niðursetufólkinum. Bretar høvdu eisini leiguhermenn – 20 000 týskarar vóru í ein góðseigari úr Virginia, stóð á odda fyri hjálandaherinum.

Skamt eftir, at Amerikanski Frælsisbardagin ímóti bretum var brostin á, útnevndi tingið í hjálondunum herovastin George Washington úr Virginia sum hægstráðandi fyri herinum. Hann rak bretar úr Boston, og fyri tingini var hetta tekin um formliga at loysa seg frá bretska yvirvaldsrættinum. Hin 4. juli góðtók Kongressin Frælsisyvirlýsingina, sum umboðsmenn fyri øll 13 hjálondini høvdu skrivað undir. Hon segði, at sameindu hjálondini vórðu og skuldu verða fræls og óheft ríki. Kríggið vardi í 5 ár, men Washington og herlið hansara vunnu flestu bardagarnar.

Ein gávuríkur, dugandi ungur tingmaður úr Virginia, Thomas Jefferson (13. apríl 17434. juli 1826), skrivaði Frælsisyvirlýsingina. Sum fyrimynd hevði hann hugsanina hjá enska heimspekinginum John Locke (29. august 163228. oktober 1704)), sum segði politiska valdið gera sáttmála við fólkið um tilverurætt teirra, frælsi og – skoytti Jefferson uppí – eydnu. Hann skrásetti misbrotini Bretlandskongur hevði gjørt, og segði hann hava brotið sáttmálan við tegnar sínar í hjálondunum. Øll niðursetufólkini vildu ikki hava frælsi. Mong av teimum kongstrúgvu fluttu til Kanada. Hugsanin um, at øll skuldu vera fræls, fekk summi fólk at stríðast fyri, at trælirnir eisini skuldu gerast frælsir. Á eysturstrondini í USA varð trælahaldið tikið av við lóg í 1804.

Undir Frælsisbardaganum fingust konufólk í hjálondunum við arbeiði, sum fólk flest bara hildu vera mannfólkaarbeiði burturhav til dømis Molly Pitcher ið stríddist á vígvøllinum.

Lond í Evropa nýttu amerikonsku grundlógina sum fyrimynd. Hesir tankar um frælsi og sjálvbjargni birtu nýggja vón hjá teimum, sum vildu hava einaveldiskongarnar settar frá. Men amerikanska kollveltingin broytti ikki stórvegis viðurskiftini hjá teim svørtu. Tey vóru enn trælir, og indiánar máttu framvegis lata lendi. Heldur ikki konufólkið hevði somu rættindi sum mannfólkið.

Á vári 1781, eftir bardagan ímillum bretsk og amerikansk herlið við Guilford Court House í North Carolina, gav Corwallis herovasti hjá bretsku herliðunum boð um at taka seg aftur til Yorktown í Virginia. Amerikanski herurin stongdi allar leiðir til Yorktown, og bretsku herliðini fingu hvørki útgerð ella neyðsynjarvørur. Í oktober gav Cornwallis seg upp í hendurnar á Washington herovasta, og kríggið var av. Í friðarsamráðingunum í París í 1783 vórðu hjálondini, ella USA, viðurkend sum frælst ríki. Mangir trupulleikar bíðaðu nýggja ríkinum. Samveldisstjórnin var veik. Í mai 1787 buðu tingini øllum sambandssríkjunum til fundar at evna til eina stýrisskipanarlóg. Á fundinum varð gjørd tann sterka stýrisskipanin, sum enn er galdandi í USA.

[rætta] Borgarakríggj

Høvuðsvinnan í norðurríkjunum í USA var ídnaður, og trælahaldið var avtikið. Í suðurríkjunum var landbúnaður høvuðsvinna og trælirnir gjørdu enn mesta arbeiðið á gørðunum. Í 1860 varð Abraham Lincoln (12. februar 180915. apríl 1865) valdur forseti. Hann sýttu fyri, at trælahald skuldi breiða seg í økjunum vestanfyri. Sjey suðurríki, sum stúrdu fyri, at Lincoln fór at geva øllum trælum í USA frælsi, tóku seg úr sambansríkinum og stovnaðu Sameindu Amerikonsku Suðurríkini (CSA). Í apríl 1861 var fyrsti samanbresturin við Fort Sumter í South Carolina. Fýra ríki afturat fóru í part við uppreistrarmonnunum, og kríggj brast á ímillum norður og suður. Í fyrstuni vunnu suðurríkin – til dømis við Stonewall Jackson (21. januar 182410. mai 1863) – á odda, men norðurríkini høvdu fleiri hermenn og vóru betur útgjørdir. Teir avbyrgdu havnirnar í suðurríkinum, og sum frá leið, máttu suðurríkini dvína og í 1865 legði herovasti teirra, Robert E. Lee (19. januar 180712. oktober 1870), vápnini. Fleiri enn 600 000 fólk lótu lív. Í 1865 tóku tingini undir við yvirlýsingini um, at allir trælir vóru frælsir.

Grundarlagið undir búskapinum í suðurríkjunum var bummull, og teir, sum áttu bummullarlundirnar, høvdu harðliga brúk fyri trælunum. Tey hvítu fyri sunnan tvíhildu um hesa samfelgsskipan, men sluppu ikki at varðveita hana, og tá ið borgarastríðið var av, varð trælahald bannað við lóg. Frælsir trælir fingu jørð at velta í, men áttu hvørki amboð ella sáð, og kor teirra vóru lítið frægari enn frammanundan.

Borgarakríggið í USA var í mongum lutum líkt kríggjunum í 20. øld: jarnbreytir og stálskip høvdu alstóran týdning, tá ið hermenn og útgerð skuldi verða flutt; báðir partar gjørdu stórar fangalegur, har mangir hermenn doyðu, helst av blóðsótt; heryvirmenninir sendu týðandi boð um fjarritaran; bløðini greiddu nágreiniliga frá krígnum, og myndir vórðu tiknar av ræðuleikunum á vígvøllinum.

[rætta] Framgongd

Seinna helming í 19. øld búsettu fleiri milliónir fátækir amerikanarar og innflytarar úr Evropa seg vestan fyri Mississippi. Vónríkir gullgravarar fóru til Kalifornia, har gull varð funnið í 1848, og stórbøndur løgdu lendi inn á grasfløtunum og hildu stór neytafylgi. Tað var lógin Homestead Act frá 1862, sum eggjaði bóndunum at fara vestureftir. Bøndur fingu um 650 000 m2 at velta, og tá ið teir høvdu dyrkað jørðina í 5 ár, áttu teir hana. Arbeiðarar løgdu jarnbreytir til Kyrrahav, og við jarnbreytini enn fleiri arbeiðarar og grøðin varð flutt til markaðirnar.

Stór framgongd var í ídnaðinum í USA ímillum 1900-1919. Hóast landið helt við Bretlandi og Fraklandi, fóru amerikanar ikki uppí fyrra heimsbardaga, fyrr enn týska kavbátakríggið fekk so ilt í myndugleikarnar, at teir kendu seg noyddar upp í bardagan. Í Suðuramerika og Miðamerika gjørdust fleiri stjórnir ónøgdar við, at USA hevði so stóra ávirkan í land teirra. Í Argentina miseydnaðust fleiri nýskipanarætlanir av rotinskapi og dugnaloysi.

Mongu jarnbreytirnar bundu longu teinarnar í USA saman. Í 1900 var alt jarnbreytakervið í USA 405.000 km langt.

Um aldamótið var USA heimsins framkomnasta ídnaðarland, men tað prutlaði mangan undir lokinum á arbeiðsmarknaðinum, tí at lønirnar vóru lágar og arbeiðsumstøðurnar vánaligar.

Í 1904 vóru komnir um ein millión innflytarir til USA um árið. Men nú vórðu protestantiskir innflytarar við lutfalsliga høgari útbúgving úr Norðurevropa fyri harðari kapping frá ólærdum katolikkum og øðrum innflytarum úr Suðurevropa, sum komu hagar at leita eftir amerikanska dreyminum – at sleppa burtur úr fátækradøminum og vinna sær ríkidømi og eydnu.

Í 1903 taka brøðurnir Wright seg á flog í North Carolina og eru teir fyrstu, ið flúgva við motorriknum flogfari. Fólk varnast ikki veruliga, hvønn týdning henda stórhending hevur, fyrr enn fyrri heimsbardagi brestur á í Evropa á sumri 1914. Hetta er fysta kríggj, har alt fólkið í landinum er partur í krígsførsluni ella krígsframleiðsluni. Flogfør, stríðsvognar, kavbátar og eiturvápn verða nýtt ímóti hermonnum og vanligum fólki í heimsumfatandi bardaga.

[rætta] Ford setur heimin á hjól

Amerikanski ídnaðarmaðurin Henry Ford (30. juli 18637. apríl 1947) fór at hópframleiða bilar, so at teir skuldu gerast bíligari. Bilarnir vórðu settir saman av lutum, sum komu til arbeiðaran á flutningsbandi. Lutirnir vóru so meinlíkir í útsjónd og sniði. Og so einfalt og eintáttað var hetta arbeiðið, at ófaklærdir arbeiðarar kundu gera tað. Hetta stytti nógv um framleiðslutíðina fyri hvønn bil, úr fleiri døgum niður í 12 tímar ella færri. Seinni hevur mannagongd hansara verið fyridømi í framleiðsluídnaðinum um allan heim. Ford stovnaði bilverksmiðju sína í Detroit í Michigan í 1903. Fimm ár seinni kom hann á marknaðin við einum lítlum bíli, Modell T. Hann var sterkur, álítandi og bíligur. Bilurin var fyriboðan um eina mikla samferðslukollvelting. Í 1920 var annar hvør bilur í øllum heiminum Ford Modell T. Sum arbeiðsgevari var hann eisini slóðbrótari. Í 1914 setti hann í gildi minstuløn – 5 dollarar – fyri at arbeiða 8 tímar, og hann hevði ætlanir um, at arbeiðarnir skuldu fáa burtur av vinningsýtinum.

Henry Ford setti sær fyri at gera ”ein bil, sum skuldi verða hvørsmans ogn”. Í 1908 høvdu færri enn 200 000 amerikanarar bil, í 1930 vórðu seldir fleiri enn 15 milliónir bilar av slagnum Modell T. Fólk flest kundu koma skjótari fram enn tey allar ríkastu 50 ár frammanudan.

[rætta] Heimskreppan

Eftir fyrra heimsbardaga var búskaparlig framgongd í USA í nøkur fá ár, til kreppa í landbúnaðinum, sum stóðst av ov nógvum korni og øðrum búnaðarvørum, trýsti prísirnar niður. Virðisbrævamarknaðurin í New York rapaði í 1929, og tað elvdi til eina búskaparkreppu, sum breiddi seg um allan heimin. Lond í Latínamerika, til dømis Meksiko og Peru, royndu at fremja umfatandi búskaparligar og samfelagsligar nýskipanir. Í Brasil gjørdist álvarslig búskaparkreppa, tá ið prísurin fall á kaffi og gummi. Politisk kollvelting stóðst av hesum, og Getulio Vargas gjørdist einaræðisharri.

Í 1920 varð bann sett fyri at gera og selja rúsdrekka í USA. Avleiðingarnar av tí vóru svartsøla og kríggj ímillum ránsmannliðini, sum skipaðu fyri søluni. Løgreglan læt eyguni aftur. Ránsmannaovastin Al Capone (17. januar 189925. januar 1947) hevði í mong ár eftirlit við rúsdrekkasøluni í Chicago í Illinois, og myndugleikarnir gjørdu einki við tað. Í kreppuni broyttist almenna hugsanin um ránsmenninar, og Al Capone varð settur í fongsul.

Stóra heimskreppan hevði við sær, at milliónir fólk mistu hús og arbeiði. Í mongum stórbýum vóru stórir súpanarkøkar, ið góvu teimum, ið svøltaðu, mat ókeypis.

Búskaparkreppan ávirkaði allar samfelagsbólkar í USA, men serliga illa fyri vórðu bøndurnir. Landbúnaðurin hevði veriði illa fyri í 1920-árunum, og nú elvdi herviligur turkur til upp aftur størri trupulleikar. Mangir bøndur máttu rýma av garði. Støðan batnaði eitt sindur, tá ið nývaldi forsetin Franklin D. Roosevelt (30. januar 188212. apríl 1945) tók við í 1933. Hann setti í gildi ”New Deal” -máliskan er úr kortspæli- har miðað varð eftir at hava gomlu búskaparskipanina og samstundis seta í verk djúptøknar nýskipanir, sum skuldu varða í fleiri ár. New Deal skuldi skapa framgongd í ídnaðinum og stórar almennar byggiverkætlanir skuldu geva fleiri milliónum arbeiðsleysum arbeiði. Lagalig lán til bøndur skuldu eggja teimum til at fáa landbúnaðin á føtur aftur. Eisini uppskot vórðu gjør dum eftirløn og arbeiðsloysisstuðul og at rudda og endurreisa fátækrabýlingarnar í býnum. Arbeiðarar fingu størri ávirkan á arbeiðsviðurskiftini. Lykilin at loysa kreppuna var at økja eftirspurningin.

Í miðvestri var so nógvur turkur, at akrarnir gjørdust oyðimerkur, og túsundtals bøndur mistu garðar sínar og fóru til Kalifornia at sóknast eftir arbeiði. John Steinbeck (27. februar 190220. desember 1968) lýsir hørðu kor teirra í stóru skaldsøguni The Grapes Of Wrath, ið varð gjørd til film.

Alt fyri eitt, Roosevelt tók við, setti hann í verk ætlanir, sum skuldu minka um arbeiðsloysið. Í 1933 varð nýggj landbúnaðarlóg viðtikin. Bøndurnir fingu fíggjarligan stuðul at minka framleiðsluna. Lógir um samfelagsliga trygd og betri arbeiðsumstøður vórðu eisini viðtiknar. Hann setti eisini á stovn náttúrulið og friðingarlið, mannað við ungum monnum, ið gróðursettu trø og annað tílíkt arbeiði. Best eydnaða v