Onnur mál

Suðurafrika

Suid-Afrika
Republic of South Africa
Afrika borwa
Lýðveldi Suðurafrika
Flagg Suðurafrika
(Flagg Suðurafrika)
Mynd:Coat of arms of South Africa.svg
(Skjaldarmerki Suðurafrika)
Tjóðarmotto: !ke e: ǀxarra ǁke
Tjóðsangur: Suðurafrikas Tjóðsangur
Alment mál Afrikaans, Enskt og 9 afrikonsk mál
Høvuðsstaður Pretoria, Høvdastaður og Bloemfontein
Forseti Thabo Mbeki
Átrúnaður Kristindómur 47%
Aðrir 53%
Fullveldi 31. mai 1910 (frá Stóra Bretland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
1,221,037 km²
-
Íbúgvar
 - tilsamans 2007
 - tættleiki
 
47 900 000
39/km²
Gjaldoyra Rand (ZAR)
Tíðarzona UTC +2
Alnet økisnavn .za
Telefonkota +27
Spenningur

Suðurafrika er stórt land í syðra-Afrika við uml. 48 mió íbúgvar. Í Suðurafrika eru tríggir høvuðsstaðir: Ríkisfyrisitingin er í Pretoria, dómstólarnir í Bloemfontein og tingið í Høvdastaði. Londinum hevur mark við 6 lond: Lesoto, Svasiland, Mosambik, Simbabvi, Botsvana og Namibia. Tað sjálvstýrandi kongsveldið Svasiland og kongsveldið Lesoto liggur inni á landinum.


Innihaldsyvirlit

[rætta] Søga


Alla 20. øld er næstan helvtin av øllum gulli í heiminum komin úr gullnáminum í Witwatersrand við Johannesburg. Enn kemur triðingurin av øllum gulli, høgt verður í heiminum, haðan.

Í 1994 setti Suðurafrika hvítu minnilutastýrisskipan sína úr gildi og tók við fjølmentaðari meirilutastýrisskipan. Afrikanski Tjóðskaparflokkurin (ANC) stóð á odda fyri stjórnini. Síðan 1948 hevði suðurafrikanska stjórnin rikið rasuskilnaðarpolitikk, og bara tey hvítu høvdu havt alt valdið. Sum frá leið avbyrgdi umheimurin Suðurafrika, og rasuófriðurin í landinum vant upp á seg. Síðan ANC-ovastin Nelson Mandela var valdur til forseta í Suðurafrika, er apartheidskipanin tikin av, og umheimurin hevur aftur tikið upp samband við landið. Politikkurin í Suðurafrika hevur ávirkað alt syðra Afrika. Suðurafrika royndi at steðga menningini í grannalondunum, ið vóru ímóti apartheid. Landið stuðlaði uppreistrarliðum, sum bardust ímóti stjórnini í Angola og Mosambik og hjálpti teimum, ið vórðu ímóti, at tey svørtu fingu politiska valdið í Simbabvi og Namibia. Tá ið apartheidpolitikkurin varð tikin av av í 1994, batnaðu viðurskiftini ímillum Suðurafrika og grannalondini.

Tá ið apartheidskipan var í gildi, var eisini rasuskilnaður í ítrottarkappingum. Svørt og hvít sluppu ikki at vera á sama liði. Tað hevði við sær, at Suðurafrika slapp ikki við í altjóða ítróttarkappingar. Í 1995 vann Suðurafrika landsliðið, nevnt Springboks, heimsmeistaraheitið í rugby.


[rætta] Fólkið

Ein liður í illa lýdda og órættvísa apartheidpolitikkinum var, at svartir verkamenn og húski teirra vórðu noydd at flyta úr stóru býunum og skuldu búgva í serligum býarøkjum langt burtur frá arbeiðsplássi sínum. Størsta og kendasta býarøkið er Soweto. Har búgva fleirri enn ein millión fólk. Hvønn einasta dag mega svartir arbeiðarar koyra í tímar í fullum bussum og tokum úr Soweto til námini og ídnaðarvirkini í grannabýnum Johannesburg.

Mong fólkasløg búgva í Suðurafrika, og har eru 11 almenn mál. Eitt av hesum fólkasløgum, ndebela, er gitið fyri sermerktu hús síni, ið eru prýdd við litføgrum mátingarligum myndum. Konufólkini røkja húsini, og tey mála útveggirnar á hvørjum vári.

Nógvur ídnaður er í landinum, og har er nógv fíggjarvirksemi í øllum Afrika. Men stóri fólkavøksturin og vaksandi arbeiðsloysi leggja trýst á vælferðina.

Best dámdu ítróttir í Suðurafrika eru fótbóltur, kurvabóltur og rugby.


[rætta] Landafrøði

Í Suðurafrika eru tríggir høvuðsstaðir: Ríkisfyrisitingin er í Pretoria, dómstólarnir í Bloemfontein og tingið í Høvdastaði.
Veðurlagið er lýtt og turt, og jørðin er fruktagóð.

[rætta] Landslutur


Landslutur í Suðurafrika
Landslutur í Suðurafrika
Landslutur Høvuðsstaður Vídd Íbúgvar Tættleiki
1 Western Cape Cape Town 129 370 4 524 335 35
2 Northern Cape Kimberley 361 830 822 726 2
3 Eastern Cape Bhisho 169 580 6 436 761 38
4 KwaZulu-Natal Pietermaritzburg 92 100 9 426 019 102
5 Free State Bloemfontein 129 480 2 706 776 21
6 North West Mafikeng 116 320 3 669 349 32
7 Gauteng Johannesburg 17 010 8 837 172 520
8 Mpumalanga Nelspruit 79 490 3 122 994 39
9 Limpopo Polokwane 123 900 5 273 637 43


[rætta] Sí eisini


Lond í Afrika
Algeria | Angola | Benin | Botsvana | Burkina Faso | Burundi | Djibuti | Egyptaland | Ekvatorguinea | Eritrea | Etiopia | Fílabeinsstrondin | Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo | Gabon | Gambia | Gana | Grønhøvdaoyggjarnar | Guinea | Guinea | Guinea-Bissau | Kamerun | Kenja | Kjad | Komorooyggjar | Kongo | Lesoto | Liberia | Libya | Madagaskar | Malavi | Mali | Marokko | Mauritania | Miðafrika | Mosambik | Móritsius | Namibia | Niger | Nigeria | Ruanda | Sao Tomi og Prinsipi | Sambia | Senegal | Seyskelloyggjar | Sierra Leona | Simbabvi | Somalia | Sudan | Suðurafrika | Svasiland | Tansania | Togo | Tunesia | Uganda | Vestursahara


wymiana linkami SEO Tools system wymiany linków wymiana linkami tanie kredyty gotówkowe kreatyna Plaza 3 star hotel Los Angeles krynica noclegi Sejm Tyk