|
|
Kýpros
Kýpros er stór, náttúruvøkur oyggj eystarlaga í Miðjarðarhavi og væl umtókt ferðamannaland. Høvuðsstaður er Nicosia, og londinum hevur umleið 800 000 íbúgvar. Aðrir stórir býir er Limassol, Larnaca og Papos. Almennu málini eru tvey í tali, grikskt og turkiskt.
Áðrenn oyggjin fekk frælsi í 1959, var hon undir turkiskum og síðan bretskum yvirræði. Meginparturin av fólkinum eru grikkar, bara fimtingurin turkar. Drúgvt stríð var ímillum tey bæði fólkasløgini, og tað hevði við sær, at oyggjin varð býtt sundur í 1974; sunnari partur er griskur, norðari turkiskur.
[rætta] Sí eisini
|