Enskt (mál)
Enskt mál er móðurmál hjá umleið 310 000 000 fólkum, harav um 210 000 000 í USA, um 55 000 000 í Bretlandi, góðum 17 000 000 í Kanada, um 15 700 000 í Avstralia, sløkum 3 500 000 í Suðurafrika, um 3 200 000 í Nýsælandi og um 2 600 000 í Írlandi. Enskt er eitt av stóru heimsmálunum.
Enskt er málið hjá Bretlandi, sum søguliga var stórt heimsveldi, og eisini er tað málið í USA, einum av heimsins stórveldum. Tessvegna vilja mong lond ikki vita av enskum sum felagsmáli; tí hetta kenst eyðmýkjandi sum mismunur og vanvirðing móti øðrum tjóðmálum. Enskt er eitt hitt mest umtókta málið í heiminum, men tað er langt frá almennari nýtslu um allan heim.
[rætta] Sí eisini
|